Danskt amt ella ein donsk kommuna?

Símun A. Klein,
Fuglafjørður
_____

Flaggdagurin
Flaggdagurin átti at verið hildin av teimum, ið kenna seg sum føroyingar, og røðara hendan dagin (serliga í Tórshavn) áttu at verið fólk, ið hava innlit í søguna um merkið og Føroya søgu sum heild, nakað ið Malan Marnersdóttir als einki kennir til, hvørki tá tað snýr seg um Føroya søgu ella tá tað snýr seg um søguna um merkið. Í staðin møsnar hon um eitt nýtt ríkisflagg ið skal umboða partarnar í danska ríkinum ið skulu eitast at vera javnt settir hvør við annan, men hava tó ongantíð enn verið tað í sokallaða ríkisfelagsskapinum, tí at tann eini parturin fer ongantíð at góðtaka eina slíka javnsetis støðu í ríkisfelagsskapinum, nakað ið áðurnevndi flaggdagsrøðari ikki enn hevur fatað, soleiðis sum nú Føroya søga so nágreiniliga ferð eftir ferð hevur sagt okkum frá. Tí er tað sera óhugnaligt at ein persónur, ið hvørki kennir eitt vet til søguna um merkið og enn minni veit hvør Føroya núverandi støða er í heimssamfelagnum, at ein slíkur persónur sleppur framat at halda flaggdagsrøðu. Hetta kann samanlíknast við at seta ein muslim sum mentanarformann í Føroyum. Hvat verður næsta rukkulívið ið fólkið skal noyðast at uppliva? Eitt gott hugskot hevði tó verið við hesum flagginum, og tað er, at hvørja ferð rukkulív verður framt innan karmar tess ráðandi v.m., at so skuldi hetta flagg verið vundið á stong, men so hevði hetta flagg veittra bæði dag og nátt og ongantíð verið tikið niður aftur.
1948
Heimastýrislógin bleiv kroyst niður yvir føroyingar í 1948 hóast ein meiriluti av føroyingum valdi loysing frá Danmark í 1946, men demokratiið í Føroyum var skúgvað til viks soleiðis at danalendis einaræðisveldið í staðin skuldi vera galdandi í samfelagi okkara og er tað framvegis. Harvið kemur ongantíð uppá tal frá danskari síðu av, at Grønland og Føroyar nakrantíð vera roknaði fyri javnbjóðis ella javnt settir partar við Danmark í Ríkisfelagsskapinum. At Føroyar og Grønland eru javnt sett hvør við annan í Ríkisfelagsskapinum, er tó meir sannlíkt, men ikki og ongantíð við Danmark  men føroyingurin og grønlendingurin er skítbýttari enn sum so, at hann dugir at finna útav hvussu hesi viðurskiftir eru samansjóðaði, tíverri, og landsins leiðandi, kirkjur og samkomur áttu at verið tey allar ágrýtnastu at greitt fólkinum frá hvussu ríkisins viðurskiftir eru samansjóðaði, men haðani kemur einans villeiðing, vranglæra og helvitisskapur!
Rukkulívsmerkið hjá Maluni og co. er tí deyðadømt í føðing síni og kann tí neyvan nýtast sum rumpulappi, men hoyrir heldur heima í rukkulakkanum!
Danskir professarar og statsministarin!
Vegna broyting av donsku grundlógini í 1953, bað táverandi danski statsministarin Erik Eriksen tveir av teim kendastu táverandi donsku professarum í ríkinum um eina kanning við eftirfylgjandi úttalilsi um (responsum) hvørt tað var neyðugt við eini grundlógarbroyting vegna Føroyar í samband við heimastýrislógina frá 1948. Svarið frá hesum professarum til danska statsministaran var sólarklárt: »En grundlovsændring vedr. Færøerne kan ikke anses for påkrævet som følge af loven om Færøernes hjemmestyre. Færøernes hjemmestyre er en lov der er givet ud fra den forudsætning, at den trufne ordning er forenelig med den gældende grundlov, og der ses ikke at være nogen anledning til at opgive denne forudsætning«
Av tí sama bleiv áðurnevnda kanning av professarunum bókað í statsrættarligum høpi á henda hátt: »Det færøske hjemmestyre må retligt karaktiseres som et (dansk) kommunalt selvstyre af usædvanligt vidtgående omfang (hetta samsvarar við orðingina í §82 í donsku grundlógini). Der ville forfatningsmæssigt intet være til hinder for at etablere tilsvarende ordninger for Amager eller Tåsinge«.
Tað stendur jú skrivað í donsku kommunalu heimastýrislógini frá 1948, at í málum hvar føroyingar og danir ikki eru samdir, har hava danir allan avgerðarrættin í málinum/málunum. Hetta samsvarar eisini stak væl við §82 í donsku grundlógini.
§82 í donsku grundlógini hevur hesa orðing: »Kommunernes ret til  under statens tilsyn  selvstændigt at styre deres anliggender, ordnes ved lov!«
Fámjinsfuppið
Sambandsflokkarnir og tess advokatar duga ikki á at skyna ímillum eina kúgv og eina apu! Hvønn dag finna teir donsku fjølmiðlarnir í Føroyum annaðhvørt eina kúgv ella eina apu at hálova Fámjinsskjalinum og tess yvirlýsingum, men sum skrivað stendur: »tá ein blindur leiðir ein blindan, so detta bæði apa og kúgv í grøvina!«
Tí er brennandi spurningurin til apuna og kúnna: »Hvør er munurin ímilum víðka kommunalt sjálvstýri innan danskar karmar og so sjálvstýri uttanfyri danska ríkið«.
Og mín sann um ikki sambandskreftirnar eisini eru farnar at bjóða til kjakfund um smíð av eini føroyskari grundlóg innanfyri donsku girðingina hvarí har sjálvt finnist ein grundlóg í forvegin!? Hoydal og Kallsberg hava langt síðani boygt síni knø fyri donsku grundlógni  vænta sambandskreftirnar at danska stjórnin fer at skifta danska flaggið og donsku grundlógina út við rukkulívsmerkið og fupgrundlógina hjá landsins leiðandi???
Tornerose var et vakkert barn, vakkert barn, va&zzzzzzzzzzz«
Amt ella kommuna?
Hyggja vit eftir øðrum londum so sum Noreg, Svøríki ella Danmark t.d., so er eitt amt í áðurnevndu londum lutað sundur í kommunur eins og Føroyar eru tað og hava verið tað í so ómetaliga langa tíð. Eftir hesum at døma bendir alt á, at Føroyar frá 1848 og upp til 1948 hava verið roknaðar fyri at vera eitt danskt amt (tó uttan at koma undir somu rættindir sum øll onnur donsk amtir), men tá heimastýrislógin bleiv kroyst niður yvir Føroyar í einum einaræðisanda, tá vóru Føroyar doyptar til at vera ein donsk kommuna (tó framvegis uttan at koma undir somu rættindir sum allar hinar donsku kommunurnar). Høvdu Føroyar fingið tey rættindir sumt tær á henda løgna hátt vóru pressaðar inn undir  tó uttan at fáa hesi rættindir  so høvdu m.a. bæði lønir og pensiónir í Føroyum hækka ávikavist við umleið 8% og 40% umframt mong onnur ting sum høvdu munað væl betur, enn sum nú er, og tað serliga hjá Palleba og Josefinu.
Tey tekin sum eru sjónlig, at Føroyar eru ein donsk kommuna við strongdum skerdum rættindum, eru allar tær kommunusamanleggingar ið longu eru framdar og so allar tær mongu sum eru á veg, og endin verður so at Føroyar til sjeynd og síðst gerast ein ekta donsk kommuna uttan so, at undur fara at henda brádliga soleiðis, at onnur ting fara at stinga seg upp úr havinum.
Hví so hendan mannagongdin hevur tikið umleið 57 ár uttan at rokkið tað mál, sum hon var tvangsdoypt til fyri so mongum árum síðani, er so aftur ein onnur søga!
Men orsøkin til, at politikkarar og løgfrøðingar v.m. ikki tora at greiða fólkinum frá bert við einum orði, hvat Føroyar løgfrøðiliga eru í danska ríkisfelagsskapinum er tann, at um sagt verður, at Føroyar eru ein donsk kommuna, so fylgja rættindir við hesum til tað føroyska fólkið við enntá afturvirkandi kraft. Hettar er so høvuðsorsøkin til, at politikkarar og løgfrøðingar v.m. heldur velja at fjala veruliga sannleikan og leggja lok á málið við tonsavísum av uttanumtosi sum ein verja fyri donskum áhugamálum og harvið forða fyri, at føroyingar kunnu fáa somu rættindir sum allir aðrir borgarar í øllum hinum donsku kommununum og at Bergentraktatin skal síggja dagsins ljós og harvið kollvelta niðings- og svikagerðirnar hjá bæði donskum og føroyskum politikkarum, heidnir líka so væl sum kristnir!
Føroya støða í danska ríkinum sum nú er  hóast henda støðan var framd við sviki og brot á mannarættindini í Føroyum  at Føroyar eru ein donsk kommuna, tó uttan at koma inn undir somu rættindir sum aðrar kommunur í danska ríkinum!
At Føroyar eisini vóru noktaðar síni rættindir í 1848 mótvegis Danmark, ið kravdi demokratiið innført sum stýrisskipan í landinum, er so aftur ein onnur søga sum tó hevur sterka ávirkan á alt óskilið, sum altíð hevur funnið stað í oyggjasamfelagnum og ikki minst í dag!