Danskir ríkisborgarar bidnir um at fara úr Ukraina

Føroyskt hondbóltslið er á veg til Ukraina at spæla dyst

H71 kvinnuliðið gistir í Póllandi í kvøld og skal eftir ætlan til Ukraina í morgin (Mynd: H71)

Danska uttanríkisráðið hevur í kvøld sent fráboðan út, har tey heita á allar danskar ríkisborgarar um at fara úr Ukraina.

 

Fráboðanin kemur orsakað av álvarsomu trygdarstøðuni í og kring Ukraina.

 

Russarar hava flutt nógvar hermenn og hernaðarútgerð til ukrainska markið, og eitt nú amerikanski forsetin Joe Biden hevur sagt, at russarar fyrireika innrás í Ukraina. Russarar hava afturvíst hetta.

 

Danska uttanríkisráðið sigur, at tað er framvegis gjørligt at sleppa úr Ukraina við vanligum flogrutum, men tað er óvist, hvussu leingi hetta fer at bera til. Tí verða danskir ríkisborgarar bidnir um at fara úr landinum nú. Uttanríkisráðið kann ikki veita trygd fyri, at fólk sleppa úr Ukraina, um flogfeløg gevast at flúgva.

 

Kvinnuliðið hjá H71 er á veg til Ukraina at spæla dyst í EHF Cup. Ferðalagið gistir í nátt í pólska høvuðsstaðnum Warszawa og skal í morgin flúgva til Ukraina.

 

Europeiska hondbóltssambandið hevur higartil sagt, at tað er trygt at fara til Ukraina at spæla.

 

Vanliga umfata fráboðanir frá danska uttanríkisráðnum eisini føroyingar og grønlendingar.

 

H71 kvinnuliðið gistir í Póllandi í kvøld og skal eftir ætlan til Ukraina í morgin (Mynd: H71)