Danskir politikkarar svíkja føroysku kvinnurnar

Tað heldur hálvføroyingur, sum bjóðar seg fram til Fólkating

Danskir politikkarar svíkja føroyskar kvinnur, tá teir ikki vilja geva teimum rættin til fría fosturtøku.

 

Tað heldur Bjørn Bøje Brandenborg, hálvur føroyingur, sumbjóðar seg fram sum valevni til Fólkatingið fyri Sosialdemokratarnar á Fyn.

 

Í einum lesarabrævi í Politikken í gjár skrivar Bjørn Bøje Brandenborg, at tað er einki meiri nátúrligt, enn at danskir politikkarar leggja trýst á føroyskar myndugleikar um at broyta fosturtøkulógina. 

- Vita teir, at fosturtøkan ikki er frí í øllum ríkisfelagsskapinum Danmark, spyr hann.

 

Bjørn Bøje Brandenborg heldur, at tað er hugstoytandi, at meðan danskir politikkarar harta Donald Trump fyri at taka fíggjarliga stuðulin frá felagsskapum, sum hjálpa kvinnum í menningarlondum at fáa fosturtøku, góðtaka teir, at kvinnur í Føroyum ikki hava rætt til fría fosturtøku. 

- Um ein veruliga við stríðast fyri fríari fosturtøku, so eigur ein at venda eygunum móti okkara egna bakgarði. Danmark og danskir politikkarar kunnu broyta lógina, um teir ynskja. Tað haldi eg ikki, at teir eiga, men í minsta lagi byrja eitt kjak og leggja trýst á Føroya Løgting, skrivar Bjørn Bøje Brandenborg.

 

Lesarabrævið ber tó brá av, at Bjørn Bøje Brandenborg ikki er heilt dagførdur, tá tað kemur til kjakið um fría fosturtøku í Føroyum. Hann sigur, at eingin veit, hvussu nógvar føroyskar kvinnur ferðast til Danmarkar fyri at fáa fosturtøku, men at tað er "almenn vitan" at fleiri gera tað.

 

Tó segði Ellen Trane Nørby, heilsumálaráðfrú, í einum svari til Magna Arge, fólkatingsmann, at talan er um 22 kvinnur seinastu 20 árini.

 

- Eg eri sjálvur hálvur føroyingur og eri so ómetaliga góður við mítt móðirland og føroyska fólkið. Men í hesum málinum er tíðin komin at rópa varskó. Hetta er eitt ovurhonds stórt svik móti føroyski kvinnunum. Og eg skilji heilt erligt ikki, hvussu vit kunnu góðtaka, at tað innan mørkini í ríkisfelagsskapinum, enn finnast kvinnur, sum verða noyddar at fullføra eina óynskta viðgongutíð, skrivar hann.