Danskir politikarar krevja frágreiðing

- Óheppin timing ella óloyalur ímóti vesturheiminum; kritikkurin av tí føroyska stjórnarleiðarunum er ógvusligur eftir hansara ferð til Moskva.

- Óheppin timing ella óloyalur ímóti vesturheiminum; kritikkurin av tí føroyska stjórnarleiðarunum er ógvusligur eftir hansara ferð til Moskva. Venstre biður um eina frágreiðing frá stjórnini. 

 

Soleiðis skrivar danska Berlingske Business, í kjalarvørrinum av ferðini hjá løgmanni til Moskva. 

 

Sum ein avleiðing av Ukraina kreppuni hevur Russland revsað Vesturheimin við einum importbanni av ymiskum vørum. Tað merkir millum annað, at russar ikki fáa feskan fisk úr Norra og Danmark. 

 

Føroyar hava tó økt um útflutningin til Russlands, hóast uttanríkisráðharrar í ES hava heitt á onnur lond, um ikki at útnytta støðuna.

 

- Støðan í Ukraine er so álvarsom, at tann danska stjórnin hevur valt at stuðla ES og NATO í teirra sanktiónum móti Russlandi. Hendan støðan kostar í løtuni donskum matvøruframleiðarum nógvar pengar, sigur Finn Thranum frá Venstre við Berlingske.

 

Hann vísir á, at sjálvsagt er boðskapurin til Russlands greiðari, um øll fólkaræðislig lond standa saman um hetta. - Eg vil tí heita á donsku stjórnina um at halda fram við samskiftinum við Føroyar, og at greiða Fólkatinginum frá støðuni, sigur Finn Thranum. 

 

Les greinina her: