Danskir politikarar átala føroyingar

Danskir politikarar eru eftir føroyingum og ein av teimum hevur eini ráð til okkum - í allari vinarligheit, sum hann sigur

Tað vekir ans í Danmark, at Føroyingar ikki vilja nokta russiskum fiskiskipum at koma í havn í Føroyum. Hetta er aftur komið undan kavi hesar dagarnar, nú danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, er í Føroyum. Men hetta er fallið politikarum í Danmark fyri bróstið og aftur í dag eru teir eftir føroyingum.

 

Í kjalarvørrinum á russisku innrásini í Ukraina, hevur landsstýrið boðað frá, at vit seta somu tiltøk í verk ímóti Russlandi, sum ES ger. ES hevur noktað russiskum skipum at koma í ES-havnir og ein tulking í Danmark sigur, at hetta umfatar eisini fiskiskip. Men Landsstýrið vil ikki noktað russiskum fiskiskipum at leggja at í Føroyum, tí í hesum sambandi fylgja vit við norðmonnum.

 

Bæði Noreg og Føroyar hava fiskiveiðisamstarv við Russland og tað er upplýst í Løgtinginum, at ein partur av avtaluni er, at russisk fiskiskip kunnu brúka føroyskar havnir, eitt nú til umskipingar. Russisk fiskiskip sleppa eisini at brúka norskar havnir.

 

Og nú Mette Frederiksen er í Føroyum, brúka danskir politikarar høvi til at átala føroyingar. Í TV2 í morgun hevur talsmaðurin hjá Eindarlistanum í Føroyamálum, Christian Juhl, hevur eini vinarlig ráð til føroyingar um at banna russiskum fiskiskipum at brúka føroyskar havnir. 

 

Og talsmaðurin hjá teimum Konservativu í Føroyamálum, Rasmus Jarlov, sigur við Berlingske, at tað er undarligt, at Føroyar skulu vera tað einasta landið í vesturheiminum, sum ikki tekur undir við tiltøkunum ímóti Russlandi. Hann sigur, at hetta er tað einasta rætta at gera og hann heldur, at eisini Føroyar hava áhuga í, at Russland ikki skal sleppa at kúga onnur lond.

 

Bárður á Steig Nielsen, løgmaður, endurtekur tað við TV2, sum hann áður hevur sagt, at vit tulka tiltøkini ímóti Russlandi øðrvísi enn danskir myndugleikar gera. Vit fylgja norsku tulkingini og vit hava eina fiskiveiðiavtalu, sum vit ætla at halda.

 

Mette Frederiksen blandar seg ikki upp í hesi viðurskiftini. Hon er nøgd við, at vit fylgja ES í hesum sambandi, men um Føroyar hava eina serliga støðu í ávísum føri, leggur hon seg ikki út í.