Danskir politikar blanda seg upp í fosturtøku í Føroyum

Tað kemur ávart á politikarar í Danmark at tað ikki er frí fosturtøka í Føroyum og nú eru tey sinnað at taka málið upp

Politikarar í Danmark, eru sinnaðir at ávirka føroyskar føroyskar myndugleikar fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum.

 

Tað er niðurstøðan í eini sending hjá Radio 24/7, sum hevur viðgjørt fosturtøkuspurningin í Føroyum.

 

Danskir politikarar undrast á, at í Danmark eru nógv í øðini inn á stranga fosturtøkupolitikkin hjá amerikanska forsetanum, og stjórnini í Póllandi, men hinvegin latast tey ikki um vón um fosturtøkulógina í Føroyum, hóast vit eru ein partur av ríkinum.

 

Og fleiri av teimum siga, at teir eru sinnaðir at taka spurningin upp.

 

Tað kemur óvart á teir, at tað ikki er frí fosturtøka í Føroyum, tí tey hava hildið, at tað vóru somu reglar í øllum ríkinum. Men tey halda, at tað líkist ongum, at kvinnur í Føroyum ikki hava ræði á sínum egna kroppi og kunnu fáa fosturtøku, vilja tær tað.

 

Bjørn B. Brandenburg, sum er fólkatingsvalevni fyri Javnaðarflokkin, heldur, at stundin er komin at danskir politikarar taka málið upp, tí kvinnur eiga sjálvar at ráða yvir egnum kroppi.

 

Hann heldur, at danskir politikarar hava skyldu til at taka kjakið upp um fosturtøku í Føroyum, tí vit eru við í ríkisfelagsskapinum. Hetta snýr seg ikki um føroyskan sjálvsavgerðarrætt, men um nakað so grundleggjandi sum rættin hjá einum kvinnu til at hava ræði á sínum egna kroppi, sigur hann við Radio 24/7.

 

Eisini May-Britt Kattrup, talskvinna í heilsumálum hjá Liberal Alliance, heldur, at vit eiga taka kjakið upp, hóast hon viðurkennur, at hetta er ein spurningur, føroyskir politikarar skulu taka støðu til. Hon heldur, at kvinnur skulu hava rætt til fría fosturtøku, og hon heldur samstundis, at tað mugu vera kvinnurnar í Føroyum, sum ganga á odda í stríðnum fyri fríari fosturtøku.

 

Mette Gjerskov, talskvinna í menningarmálum hjá Sosialdemokratunum sigur við donsku útvarpsstøðina, at hon fer av álvara at umhugsa at leggja upp í kjakið við tí endamáli at virka fyri fríari fosturtøku í Føroyum. Men hon heldur hetta er ein spurningur, føroyskir politikarar sjálvur skulu avgera, men tað eigur ikki at forða donskum politikarum at ávirka støðuna í Føroyum.

 

Eisini í Sjálvum ST hava tey átalað føroysku fosturtøkulógina. Tað kanst tú lesa meiri um HER