Meðan størsti parturin av danska samfelagnum hevur latið aftur fram til 17. januar, so kunnu teir minstu íbúgvarnir í Danmark tó framvegis fara í barnagarð ella í vøggustovu. Tað bleiv staðfest á tíðindafundi hjá donsku stjórnini í gjár. Hetta hevur fingið fakfelagið hjá donsku námsfrøðingunum til at rópa varskó.
- Tað er umráðandi at hava í huga, at námsfrøðingar kunnu fáa betri og skjótari atgongd til koronakanningar, og man skal eisini hyggja eftir, hvussu man kann koppseta ein starvsbólk, sum dagliga stendur uttan nakra verju og møtir eini rúgvu av foreldrum, sigur forkvinnan í felagnum hjá donsku námsfrøðingunum, BUPL, Elisa Rimpler við DR.
Fakfelagið FOA, sum eitt nú hevur hjálparfólkini á dagstovnunum í Danmark í sínum limaskara, tekur undir ið BUPL.
FOA mælir til, at starvsfólkini innan dagstovnaøkið eigur at koma heilt fram í køina til at blíva koppsett fyri korona, so tey trygt kunnu fara til arbeiðis.
- Man eigur at endurskoða alla koppsetingarætlanina, so at starvsfólkini fáa bjóðað koppsetingina nógv fyrr enn ætlað, sigur formaðurin fyri tað námsfrøðiliga økið hjá FOA, Kim Henriksen, við DR.