Støðutakanin hjá Páll á Reynatúgvu, tingformanni, um ikki at fara til almennan døgurða hjá krúnprinsahjúnunum umborð á Dannebrog, elvir eisini til kjak í Danmark. Tí miðilin BT skrivar grein við yvirskriftini "Føroyskur toppolitikari boykottar Fríðrikk og Mary".
Í hesari grein verður støðan hjá Páll á Reynatúgvu viðgjørd - eitt nú við at spyrja fleiri føroyingar, hvat teir halda um hetta. Vikuskiftis Sosialurin, sum er í handlunum nú, hevur stóra samrøðu við Páll á Reynatúgvu um hetta mál.
Har sigur hann millum annað, at hann ynskir ikki at verða gestur í egnum landi. Les samrøðuna í Vikuskiftis Sosialinum, og les greinina hjá BT her