Samvitskudráp er ólógligt í Danmark, men ein grein í viðurkenda bretska læknatíðarritinum The Lancet avdúkar, at danskir læknar í fleiri førum medvirka til at framskunda deyðan.
Greinin byggir á eina kanning, sum umfatar 200.000 deyðsføll í Danmark og fimm øðrum evropeiskum londum, og úrslitið vísir, at millum 20 og 50 prosent av sjúklingunum doyðu, tí læknarnir høvdu gjørt av at steðga viðgerðini. Í summum førum doyðu sjúklingarnir, tí læknarnir góvu teimum drepandi evni.
Etiska Ráðið í Danmark umrøddi í 1996 spurningin um at loyva virknari deyðshjálp, men ein stórur meiriluti í ráðnum mælti frá.
Bara Holland og Belgia hava loyvt virknari deyðshjálp sum samvitskudrápi.










