Danskir læknar umhugsa at fáa kvinnur at eiga fyrr

Danskir føðilæknar vilja kanna, um tað ber til at seta føðingar í gonngd, um ein kvinna við barn gongur eina vikur yvir termin.

Tá kvinnur við barn hava gingið tvær vikur yvir t´ðina, verður mælt til, at føðingin verður sett í gongd, men í framtíðini kann tað gerast longu eftir eina viku.

Danskir føðilæknar ætla at seta ein arbeiðsbólk, sum skal kanna, um ein vika framyvir skal vera markið. Tað skrivar DR.

Tað er felagið hjá donskum føðilæknum – Dansk Selskab for Obsterik og Gynækologi – sum hevur sett bólkin.

– Tannvitan, vit hava nú, haldi eg bendir á, at vit skulu broyta vegleiðing okkara, sigur Hanne Brix Vestergaard, sum er forkvinna í felagnum, við DR.

Hon vísir millum annað á svenska gransking, sum í fjør var avbrotin, tí seks børn doyðu, eftir at mamma teirra var farin fleiri enn tvær vikur yvir tíðinda.

Í Svøríki er tilmælið longu broytt, so mælt verður til at kvinnur fara í gongd við føðingina, tá tær eru farnar eina viku yvir tíðina.

Í Danmark verða umleið 15.000 kvinnur við harn settar í gongd um árið. Um markið verður sett niður til eina viku, fer talið at hækka við umleið 4.500.

Tveir granskarar frá Aarhus Universitet – Rikke Damkjær Maimburg og Eva Rydahl – halda ikki, at rætt er at stytta hesa tíðina.

Tær meta ikki, at tað verða færri deyðfødd og siga við DR, at tað kann geva trupulleikar fyri bæði móður og barn, tí fleiri hjáárin av heilivági, sum tikin verður í dag fyri at seta føðingina í gongd.

Dansk Selskab for Obsterik og Gynækologi skal nú søkja Heilsustrýið um at seta arbeiðsbólkin. Síðst í árinum verður eitt møguligt nýtt tilmæli klárt.

 

/ritzau/