Norska heilsuverkið hevur ikki nóg nógvar læknar og hevur tí lagt seg eftir at fáa danskar læknar til Noregs at arbeiða. Norska læknafelagið sigur, at tað stendur ikki á at fáa fatur á donskum læknum. Tað kann ljóða sum tann øvugta verð, tí læknatrot er í Danmark, men sambært fjølmiðlunum er norska lønartilboðið so gott, at læknarnir kunnu ikki annað enn taka av. Norsk bløð skriva, at teir donsku læknarnir fáa upp í 55.000 norskar krónur fyri at arbeiða eina viku í Noregi. Higartil hava meiri enn 400 danskir læknar tikið av tilboðnum.