Danskir journalistar særdir av skotum í Ukraina

Tveir mans frá Ekstra Bladet vóru í Eysturukraina, tá skotið varð eftir bili teirra. Báðir eru uttan fyri lívsvanda.

 

Sergei Supinsky/AFP/Ritzau Scanpix

Ein journalistur og ein myndamaður frá danska Ekstra Bladet eru í dag særdir av skotum í krígsrakta Ukraina. Tað skrivar blaðið. Báðir eru uttan fyri lívsvanda.

Teir báðir vórðu raktir av skotum, tá teir fyri blaðið vóru í eystara parti av Ukraina nærindis býnum Ohtyrka. Har var skotið eftir bili teirra.

Teir vóru báðir í skottryggari útgerð, men vórðu raktir. Teir vórðu síðani fluttir á eitt sjúkrahús í økinum.

Talan er um journalistin Stefan Weichert og myndamannin Emil Filtenborg Mikkelsen.

Teir hava búð í Ukraina í tvey ár og hava skrivað fyri Ekstra Bladet og aðrar danskar og altjóða miðlar. Seinastu tíðina hava teir tó arbeitt Ekstra Bladet í Ukraina.

Sambært Ekstra Bladet er blaðið og JP/Politikens Hus, sum eigur Ekstra Bladet, í samband við danska uttanríkisráðið.

Tey arbeiða saman við einum trygdarfelag um at fáa evakuerað teir báðar journalistarnar.

Stefan Weichert sigur vegna teir báðar, at teir hava tað gott.

– Vit eru fegnir um at vera á lívi. Vit eru við gott mót eftir umstøðunum og vóna, at vit skjótt koma heim, sigur hann við Ekstra Bladet.

Hann leggur afturat, at teir ikki hava fleiri viðmerkingar.

Familjurnar hjá teimum báðum eru kunnaðar, men familjurnar ynskja sambært Ekstra Bladet ikki at miðlarnir seta seg í samband við tey.

/ritzau/

 

Sergei Supinsky/AFP/Ritzau Scanpix