Danskir hermenn mótsiga stjórnini

Teir flestu donsku hermenninir í Irak halda tað vera skeivt av stjórnini at taka teir heim í summar. Fyrr í vikuni kunngjørdi Anders Fogh Rasmussen, forsætisráðharri, at teir donsku hermenninir verða tiknir úr Irak í august, tí nú kunnu irakar sjálvir átaka sær uppgávurnar.

Men hesum eru teir flestu donsku hermenninir ikki samdir við forsætisráðharranum í. Í samrøðu við donsku sjónvarpsstøðirnar siga hermenninir, at iraksku trygdardeildirnar eru als ikki til reiðar at átaka sær uppgávurnar, sum teir donsku hermenninir nú hava.

Ein av hermonnunum segði við DR, at kanska eru teir donsku hermenninir komnir hálvan veg við sínum uppgávum eftir at hava verið í Irak í trý ár.