- Eg vænti, at Søværnets Operative Kommando kemur við eini greiðari umbering, sigur Anders Nymann Jensen, formaður hjá fiskimonnum í Grenå. Fiskimenn í Danmark eru í øðini inn á Søværnets Operative Kommando (SOK), eftir at tveir fiskimenn ? faðir og sonur ? druknaðu fyrr í hesi vikuni. Øðin stendst av, at SOK ikki fráboðaði vanlukkuna nóg skjótt til lokalu bjargingarstøðina, tá feðgarnir vórðu ásigldir av farmaskipi.
Fiskimenninir halda, at hetta er eitt ófatiligt mistak, sum kostaði tveimum monnum lívið.
- Eg kann ikki siga, at tað kostaði lív hesaferð, tí boðini komu so seint, men møguleikarnir hjá teimum at yvirliva høvdu sjálvandi verið betri, um nærmasti bjargingarbátur varð sendur á staðið. Kanst tú verða á staðnum eftir einum korteri, er tað jú betri enn eftir einum tíma, sigur formaðurin í Danmarks Fiskeriforening, Svend-Erik Andersen.
Hann vísir á, at uppgávan hjá Søværnets Operative Kommando er at hyggja í eitt kort og síðan senda nærmasta bjargingarbát avstað.
Formaðurin hjá fiskimonnum í Grenå, Anders Nymann Jensen, sigur, at sjálvandi skal ein tyrla avstað, men eisini bjargingarbátur.
- Eg vænti, at SOK kemur við eini greiðari umbering, sigur Anders Nymann Jensen í Grenå.









