Gølan um ta nógv umrøddu bókina ?I krig med eliten? kostaði í dag verjuovastanum, Tim Sloth Jørgensen, starvið. Tim Sloth Jørgensen hevur verið undir stórum politiskum trýsti teir seinastu dagarnar orsakað av bókini, sum ein fyrrverandi hermaður hevur skrivað, og sum hevur elvt til nógv orðaskifti.
Søren Gade, verjumálaráðharri, sigur við fjølmiðlarnar, at hann er harmur um, at málið skal hava fingið ta avleiðing, at verjuovastin hevur biðið um at sleppa frá.
Tim Sloth Jørgensen sigur í einum tíðindaskrivi, at hann hevur tikið avgerðina fyri at endurreisa álitið á verjuna. Tim Sloth Jørgensen har været fovasti fyri donsku verjuni síðani august í fjør.
Sosialdemokratarnir hava kravt, at Søren Gade skal fara frá, og tað krevur flokkurinm framvegis, sigur DR.