-Eingi ítøkilig føroysk mál fyri útláti verða nevnd í komandi veðurlagsavtaluni,
hetta sigur danski veðurlagsráðharrin, Lykke Friis, í svari til Høgna Hoydal.
Harumframt váttar hon at ongar samráðingar hava verið við føroyska landsstýrið um
Føroysku veðurlagsmálini.
Føroyska Løgtingssamtyktin um í minstalagi 20% niðurskurð í útláti verður ikki nevnd í veðurlagsavtaluni í samband við ST veðurlagsráðstevnuna 2009. Danski ráðharrin í veðurlagsmálum, Lykke Friis, upplýsir at spurningurin hevur verið fyri á fundi við Innlendismálaráðið, men at hon eingi lyft hevur givið um at føroysku málini kunnu nevnast - bert føroyska ætlanin. Føroyar verða sostatt møguliga nevndar, men væl at merkja bert um avtalan verður politisk.
Sostatt tekur ráðharrin fyrivarni fyri einar komandi løgfrøðiligari bindandi avtalu.
Ráðharrin staðfestir harumframt, at ongar samráðingar hava verið, hvørki við Løgmann ella Landsstýrið, og at málið um føroyskan veðurlagspolitikk er eitt mál fyri føroysku myndugleikarnar.