Danski uttanríkisráðharrin havt fund við Poul Michelsen

Arktis var á skránnni tá ið teir báðir við ábyrgdum við uttanríkismálum høvdu tosaðu saman seinnapartin

Danski uttanríkisráðharrin Anders Samuelsen, var sera glaður fyri, at hann so skjótt eftir at vera valdur slapp til Føroyar.

 

Á fundinum tosaðu teir báðir um tey felags mál á altjóða politiska pallinum, sum Føroyar og Danmark hava, men eisini  um mál og forðingar, sum eru í viðurskiftunum millum Danmark og Føroyar.

 

Danski ráðharrin segði seg gleða seg til skjótt at koma aftur til Føroyar og Poul Michelsen nevndi, at danski uttanríkisráðharrin kemur aftur á vitjan longu í summar.

 

Mál sum Brexit, EFTA og ES vóru á skránni umfram at teir tosaðu um leiklutin hjá Føroyum í Arktis.

 

Anders Samuelsen lovaði stuðul til tey mál, sum Føroyar arbeiða við internationalt, men hann segði, at viðhvørt fara Føroyar og Dnmark at hava hvør síni sjónarmið og hvørt sína útgangsstøðu. Kortini lovaði hann Føroyum stuðul.

 

Viðvíkjandi  føroyskum limaskapi í Norðurlandaráðnum, so segði Anders Samuelsen at nøkur formlig viðurskifti forða fyri fullum føroyskum limaskapi, men at hann vil arbeiða fyri einari góðari loysn.

 

Danski ráðharrin fer úr Føroyum aftur seinnapartin í morgin, men millum 11 og 12 fyrrpartin í morgin skal hann hitta uttanlandsnevndina hjá Løgtinginum.