Danski Tjóðbankin ávarar føroyingar

- Tiltøk mugu setast í verk í Føroyum, serliga nú pensjónirnar verða forskattaðar


Tað er ikki nóg mikið, at hallið á fíggjarlógini er burtur í 2016.

Tað sigur danski Tjóðbankin í eini nýggjari frágreiðing um føroyska búskapin.

Í frágreiðingini lyftir danski tjóðbankin fremstafingur og ávarar samgonguna um bara at lata standa til.

 

Tjóðbankin staðfestir, at føroyski búskapurin er farin at veksa aftur, eftir at hava staðið í stað í nøkur ár.

Men tað er fiskivinnan, serligau uppsjóvarvinnan, og alivinnan, sum eru orsøkin til framgongdina.

Hinvegin er privata nýtslan farin at veksa spakiliga og arbeiðsloysið er minkandi.

 

Framgongdin ger, at hallið hjá landskassanum minkar.

- Men haldførið í búskapinum batnar ikki av hesum og enn hevur samgongan ikki framt nýskipanir ið tryggja búskapin í longdini, staðfestir tjóðbankin.

Tjóðbankin sigur eisini, at hóast  tað verður avlop á fíggjarlógini í 2016, soleiðis sum samgongan ætlar, broytir tað ikki føroyska búskapin grundleggjandi og tí eiga nýskipanir at verða settar í verk, sum styrkja búskapin í longdini.

- Serliga er hetta neyðugt, nú samgongan hevur broytt skattaskipanina, soleiðis at pensjónir nú verða forskattaðar sigur Tjóðbankin.

At forskatta pensjónir, økir inntøkurnar hjá landskassanum nú, men elvir samstundis til, at tær fara at minka seinni.

- Tí er hallið minni nú, uttan at haldførið í búskapinum er tryggjað og tað vísir, hvussu stóran týdning tað hevur at nýskipanir verða settar í verk, sigur danski Tjóðbankin.

Hinvegin staðfestir Tjóðbankin eisini, at framburðurin í búskapinum bøtir um almennu fíggjarstøðuna.

- Sostatt er størri vandi fyri, at samgongan ikki setir tær nýskipanir í verk, sum eru neyðugar fyri at tryggja búskapin.

 

Tjóðbankin vísir eisini á, at miðalaldurin í Føroyum hækkar alsamt, akkurát sum í øðrum vestanlondum og tað førir øktar útreiðslur við sær.

- Ein búskaparpolitikkur, sum ikki tryggjar haldførið, kann elva til, at kredittvirðið hjá Føroyum lækkar og at rentan hækkar, sigur danski Tjóðbankin í sínum skoðsmáli av føroyska búskapinum.