Danski landsliðsvenjarin sjúkrameldaður undan altjóða dystum

Lars Knudsen og Daniel Agger yvirtaka leiðsluna á landsliðnum, meðan Morten Wieghorst er sjúkrameldaður.

Morten Wieghorst er settur at standa á odda fyri landsliðnum restina av 2024 eftir at Kasper Hjulmand legði frá sær sum landsliðsvemjari. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Danski fótbóltslandsvenjarin Morten Wieghorst er sjúkrameldaður við strongd-eyðkennum.

Tað skrivar Dansk Boldspil-Union (DBU) á heimasíðuni mánadagin.

Hjálparvenjarin Lars Knudsen skal yvirtaka leiðsluna á liðnum saman við nýliga setta Daniel Agger til teir báðar komandi dystirnar í Nations League móti Sveis og Serbia í september.

– Tað er ógvuliga harmiligt, at Morten hevur verið raktur av sjúku og tí missir komandi Nations League dystirnar. Strongd rakar tíverri alt ov nógvar danir, og tað er tí nakað vit taka í størsta álvara.

- Morten hevur brúk fyri hvíld, og vit ynskja øll, at hann kemur skjótt fyri seg og verður klárur aftur til næstu setuna, sigur fótbóltsstjórin Peter Møller við dbu.dk.

Mánadagin skuldi Wieghorst úttikið sín hóp til komandi dystirnar, men tað gera Knudsen og Agger í staðin týsdagin.

- Tað hevur verið ein sera trupul avgerð, eins og eg hevði glett meg at standa á odda fyri liðnum og menna tað víðari við nýggjum hugskotum, men fyri liðsins absolutt besta, havi eg valt ikki at vera við næstu tveir dystirnar .

- Fyrireikingarnar hava verið øgiliga góðar, og eg eri vísur í, at Lars og Daniel, saman við spælarum og starvsfólkum, fara at levera tveir góðar dystir, og eg gleði meg sera nógv til at vera aftur aftaná, sigur Wieghorst.

Wieghorst er í starvi sum landsliðsvenjari restina av 2024, eftir at Kasper Hjulmand fór úr starvinum eftir EF í Týsklandi. Umframt komandi umfar bíða tvey afturat - í oktober og november - við tveimum dystum í part.

47 ára gamli Lars Knudsen var fyrr knýttur at landsliðnum sum deyðbóltsvenjari, men hevur fingið ein størri leiklut eftir at Hjulmand legði frá sær. Hann hevur hægsta venjaraloyvi hjá Uefa, sum er eitt krav fyri at virka sum landsliðsvenjari.

 

##med2##

- Tað er eingin orsøk at dylja, at talan er um eina serstøðu, men vit hava funnið eina góða loysn til teir báðar dystirnar við Lars Knudsen, sum fær Daniel Agger sera nær at sær. Lars kennir liðið og starvsfólkini, og Daniel kemur við stórum royndum frá landsliðnum og stórari orku.

- Drúgvt fyrireikingararbeiði er gjørt, og vit eru fullkomiliga vís í, at teir báðir, saman við spælarum og starvsfólkum, kunnu leiða okkum væl ígjøgnum teir báðar dystirnar, sigur Peter Møller.

Umframt landsliðið er Lars Knudsen eisini knýttur at Bundesligafelagnum Augsburg, sum hevur danska Jess Thorup sum høvuðsvenjara. Hann hevur eisini eina fortíð í venjarastørvum í AaB, FC Midtjylland og Leicester, men ikki sum høvuðsvenjari á ovasta stigi.

Knudsen og Agger fáa eisini hjálp frá hjálparmanninum hjá U21-landsliðnum, Kenneth Weber, til dystirnar móti Serbia og Sveis.

 

/ritzau/

 

Morten Wieghorst er settur at standa á odda fyri landsliðnum restina av 2024 eftir at Kasper Hjulmand legði frá sær sum landsliðsvemjari. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix

Lars Knudsen tekur saman við Daniel Agger yvir leiðsluna á landsliðnum til dystirnar móti Serbia og Sveis. (Savnsmynd). - Mynd: Liselotte Sabroe/Ritzau Scanpix