Undirgrundin
Tað eru framvegis danir, sum eiga ognarrættin til ráevnini í føroysku undirgrundini.
Tað slóð sjálvur danski løgmálaráðharrin, Frank Jensen, fast á Fólkatinginum mikudagin.
Danska Ekstrablaðið, sum hevur gjørt nógv burturúr undirgrundarmálinum í seinastuni fylgdi við, tá ið Fólkatingið hevði spurnarorðaskifti mikudagin.
Tá spurdi Peter Skaarup úr danska fólkaflokinum um, Løgmálaráðið enn hevði somu støðu sum tað hevði í 1985.
Tá mettu løgfrøðiligu serfrøðingarnir hjá Løgmálaráðnum, at tað var ósæmbæriligt við ríkisfelagsskapin at lata føroyingar fáa ognarrættin til undirgrundina.
Í svari sínum staðfesti Frank Jensen, at støðan hjá Løgmálaráðnum var tann sama enn, sum hon var tá.
Sostatt staðfestir løgmálaráðharrin, at tað er Danmark, sum bæði hevur ognarrættin til undirgrungina og yvirvaldsrættin yvir henni og sostatt eisini til oljuríkidømið, sum kanska er í undirgrundini.
Og sambært Ekstrablaðnum hósdagin, vísti hann á, at føroyingar kunnu sostatt heldur ikki lata øðrum undirgrundina, ella avhenda hana til aðrar.
Ekstrablaðið heldur, at hetta er ein staðfesting, sum púra vist fer at vekja ans í Føroyum.
Nyrup tosar uttanum
Sostatt vísir danski løgmálaráðharrin víst ein heilt annan lit í undirgrundarmálinum enn danska stjórnin higartil hevur víst føroyingum.
Danski forsætisráðharrin er fleiri ferðir spurrdur um føroysku undirgrundina. Men Ekstrablaðið staðfestir, at hann hevur hvørja ferð snúð sær undan at svara ítøkiliga. Ístaðin hevur hann víst á, at yvirvaldsrætturin, sum er eitt meiri sveimandi hugtak, framvegis er hjá danska statinum.
Blaðið vísir eisini á, at í avtaluni, við donsku stjórnina um undirgrundina , sum varð gjørd í 1992, er spurningurin um ognarrættin ikki nevndur.
Í tí sambandinum bað Forsætismálaráðið um eina løgfrøðiliga meting frá Løgmálaráðnum um undirgrundina. Men tá ið Løgmálaráðið hevði skrivað niðurstøðuna, gjørdi Forsætismálaráðið tað heilt óvanliga, at tað noktaði at taka ímóti henni.
Ósamdir
Sostatt staðfesti Frank Jensen, at avtalan um undirgrundina er púra lóglig og í fullum samsvari við grundlógina, tí ?føroyingar hava bara fingið tann lóggevandi og tann umsitingarliga myndugleikan yvir undirgrundini?
Men tað eru ikki øll samd um.
Kendi løgfrøðingurin, Frederik Harhoff, sum er settur landsdómari og fremsti danski serfrøðingurin í í ríkisfelagsskapinum, sigur, at við at býta yvirvaldsrættin sundur ímillum danir og føroyingar, beindi Schluter fyri eindarríkinum, sum er staðfest í sjálvari grundlógini.
Næstu ferð, Føroyanevndin hjá fólkatinginum hevur fund, skal hon umrøða, antin Harhoff skal boðsendast á fund við nevndina, eins og Poul Schluter er longu er boðsendur, sigur Ekstrablaðið.