Danski Javnaðarflokkurin manglar pening

Danski Javnaðarflokkurin hevur langt frá líka nógvan pening til taks, sum borgarligu stjórnarflokkarnir. Munurin er eyðsýndur. Til síðsta fólkatingsval, sum var í 2005 høvdu Vinstra og Konservativu Fólkaflokkurin 34 miljónir kr. tøkar til síni valsstríð. Danski Javnaðarflokkurin hevði bara 9 miljónir kr. til taks. Hesuferð hevur Javnaðarflokkurin 10 miljónir kr. Floksskrivarin; Henrik Dam Kristensen sigur, at fíggjarliga er Javnaðarflokkurin ikki kappingarførur við teir borgarligu stjórnarflokkarnar. Tí fara tey fara at satsa nógv uppá internetið. Haraftrat er ætlanin, at 10.000-15.000 sjálvboðin javnaðarfólk skulu út á gøturnar í donsku býunum, fyri at sannføra donsku veljarnar, um at velja Javnaðarflokkin.