Danski Føroya-politikkurin verður óbroyttur

Hóast Poul Nyrup Rasmussen, forsætisráðharri, í gjár gjørdi broytingar í donsku stjórnini, so er væntandi, at Føroya-politikkurin hjá nýggju stjórnini verður hin sami sum frammanundan.

Tað er Poul Nyrup Rasmussen sjálvur, ið umsitur Føroyar sum málsøki, og av tí at ongin broyting er gjørd í Forsætismálaráðnum á hesum sinni, so er støðan óbroytt.

Føroyar hava sum danskt málsøki ligið í Forsætismálaráðnum síðani 1948, tá Heimastýrislógin kom í gildi, og tann støðan er eisini óbroytt eftir stjórnarligu broytingarnar í gjár.