Vantandi vitan er ein orsøkin til, at Søren Espersen, fólkatingsmaður hjá Danska Fólkaflokkinum, fýlist á, at grønlendingar ætla at gera egna stýrisskipan Tað heldur í hvussu er formaðurin í grønlendska flokkkinum IA, Kupik Kleist.
-Vantandi vitan og ein dreymur um at varðveita Grønland í ríkisfelagsskapinum kunnu vera orsøkin til, at Søren Espersen er so skelkaður av, at grønlendskir politikarar ætla at orða eina stýrisskipan, sigur Kupik Kleist við grønlendska útvarpið.
Í einum tíðindaskrivi fyrr í dag segði Søren Espersen, at tað er neyðugt at kanna, um grønlendsku ætlaninar eru í stríð við donsku grundlógina. Tað skilir Kupik Kleist als ikki.
Grønlendski floksformaðurin, sum eisini er fólkatingslimur, sigur tað vera áhugavert, at Danski Fólkaflokkurin tvíheldur um at varðveita Grønland í ríkisfelagsskapinum.
-Einaferð ætlaði flokkurin at selja Grønland, sigur hann.