Kappingin um Europameistaraheitið í fótbólti í Portugal nærkast alsamt, og fleiri av leikarahópunum til kappingina eru úttiknir. Fyrradagin úttók danski landsliðsvenjarin sín hóp, og neyvan mundi talan verða um nakra óvæntaða úttøku.
Goymt tvey pláss
Av tí at fleiri av kappingunum í Europa ikki er liðugt spælar enn,hevur danski landsliðsvenjarin gjørt av, at tvey av plássunum í hópinum framvegis standa tóm. Tískil hevur hann fyribils bert úttikið 21 leikarar, hóast endaligi hópurin kemur at telja 23 mans. Eisini spælir tað inn, at summur av teimum leikarum, ið eru upp á tal til seinastu plássini á danska EM-liðnum, hava smærri skaðar at dragast við, og tískil verður bíðað til tess at vita, um hesir koma fyri seg. Eitt nú er høgri bakkur, Kasper Bøgelund úr hollendska PSV Eindhoven, skaddur, og ivasamt er, um hann verður klárur til EM-endaspælið.
Bert ein útileikari úr donsku kappingini
Morten Olsen hevur, sum áðurnevnt, úttikið 21 leikarar, og av teimum eru tríggir málverjar og 18 útileikarar. Av teimum bert tríggir leikarar úr donsku SAS-ligaini, tveir málverjar og ein útileikari. Morten Wieghorst úr Brøndby er einasti útileikarin í hópinum, sum til dagligt leikari í donsku SAS-ligaini. Annars umboða donsku leikararnir so kend feløg sum Milan, Inter, Chelsea, Borussia Dortmund og PSV Eindhoven.
EM-endaspælið í Portugal fer av bakkastokki 12. juni, og danir eru í bólki saman við grannunum úr Svøríki, Italia og Bulgaria.










