Danski David Dencik er skurkur í nýggjum James Bond filmi

Daniel Craig verður aftur James Bond í tí 25. filminum av slagnum, sum aftur hevur ein dana á leikaralistanum.

Tað upplýsa fólkini handan filmin á eini framløgu av nýggja Bond-filminum á Jamaica.

Daniel Carig er aftur hesaferð agnet 007. Tað er fimti filmurin við honum sum loyniligi agenturin fyri bretsku fregnartænastuna.

Eisini Rami Malek, sum herferði fekk ein Oscar fyri sín leiklut sum sangarin Freddie Mercury í filminum »Bohemian Rhapsody«, er við.

Reuter skrivar, at Malek skal hava leiklutin sum høvuðsbølmennið.

Sambært TV2 skal David Dencik eisini spæla bølmenni.

Fyrr hava donsku sjónleikararnir Mads Mikkelsen, Jesper Christensen og Ulrich Thomsen havt leiklut sum bølmenni James Bond filmum.

David Dencik er føddur í Svøríki í 1974, men familjan flutti til Keypmannahavnar. Hann fór aftur til Svøríkis, har hann fór undir útbúgving sum sjónleikari millum 1999 og 2003.

Síðani hevur hann verið við í filmum sum »Mænd og høns«, »Fasandræberne« og »Dame, konge, es, spion«. Harumframt er hann eisini kendur úr røðum sum »Lykke«, »Bedrag« og »Quicksand«.

Ætlanin er at nýggi James Bond filmurin skal frumsýanst í apríl í 202 og verður tikin upp á Jamaica, í Noreg, London og í Italia.