Danski búskapurin tódnaður

Danski búskapurin tódnaði í 2. ársfjórðingi í ár, tá bruttotjóðarframleiðslan minkaði 0,5 prosent samanborið við 1. ársfjórðing. Tað vísir ein fyribilsuppgerð hjá donsku hagstovuni. Sambært Ritzau var minkingin er heldur størri, enn búskaparfrøðingar høvdu væntað. Teirra meting var 0,2 prosent.

Í 2. ársfjórðingi í fjør minkaði danska bruttotjóðarframleiðslan 0,9 prosent, og eisini tá var metingin hjá búskaparfrøðingunum 0,2 prosent.

Danska hagstovan sigur, at eftirspurningurin innanlands minkaði 1,6 prosent í 2. ársfjórðingi orsakað av minni privatari nýtslu og minni íløgum, meðan tann almenna nýtslan vaks eitt vet.