Danski búskapurin góður, men...

Seinastu dagarnar hevur danski búskapurin verið nógv viðgjørdur í donsku fjølmiðlunum. Ein frágreiðing frá óheftu búskaparligu vísmonnunum vísir, at tað sum heild gongur rættuliga væl í løtuni.

Seinastu dagarnar hevur danski búskapurin verið nógv viðgjørdur í donsku fjølmiðlunum. Ein frágreiðing frá óheftu búskaparligu vísmonnunum vísir, at tað sum heild gongur rættuliga væl í løtuni.

Danska stjórnin heldur, at danski búskapurin er í topp í løtuni. Yvirskot er á almennu finansunum, gjaldsjavnin er støðugur, arbeiðsloysið er lágt og minkandi.

Búskaparráðharrin vísir tó á, at tann lutfallsliga høga inflatiónin kann merkja, at eingin meining er í at taka eina fólkaatkvøðu um luttøku í ?ØMU? ? tí búskaparliga samstarvinum í ES. Danmark lýkur snøgt sagt ikki tey krøv, sum ES setur og hevur tí ikki møguleika fyri upptøku.

Búskaparráðharrin ávarar samstundis partarnar á arbeiðamarknaðinum um at vísa hógv í komandi lønarsamráðingunum. Lønarvøksturin eigur at spegla tað búskaparligu gongdina, og lagt verður upp til minni vøkstur komandi árini, sigur Marianne Jelved.

Danska Ídnaðarfelagið (DI) ávarar tó um avleiðingarnar av, at stórur partur av arbeiðsmegini fer til tað almenna. Vøksturin í størvum innan tað almenna er tríggjar ferðir størri enn á privata arbeiðsmarknaðinum. Hetta viðførir økt skattatrýst, og at virkini noyðast at innflyta arbeiðamegi, sigur DI.