Mikukvøldið klokkan 19 spælir føroyska U21 landsliðið EM-undankappingardyst ímóti Danmark á ovara vølli í Gundadali.
Stórur spenningur er í Føroyum um dystin, men skal ein trúgva almennu donsku veddingarfyritøkuni, Danske Spil so verður eingin spenningur í U21 landsdystinum millum Føroyar og Danmark.
Danske Spil eru rættiliga ivaleysur í, at teirra U21-landslið fer at basa sínum føroysku javnaldrum.
Sigur til føroyska U21 landsliðið gevur heili 9,40 í odds, javnleikur gevur 5,20 í odds, meðan sigur til danska U21 landsliðið bert gevur 1,23 í odds.
Danske Spil bjóðar eisini sínum veddarum handicap-spøl, har føroyska liðið er á odda við einum ella tveimum málum, áðrenn dysturin byrjar, so har er eingin ivi hjá teirra serfrøðingum.