Danske Bank hevði fyrra hálvár avlop á sjey milliardir krónur eftir skatt – hetta var ein fjórðing verri enn somu tíð í fjør.
TV2 skrivar, at málið um hvíttingina av millardaupphæddum í estisku deildini hjá Danske Bank, kostar bankanum dýrt.
Danske Bank misti 13.600 NemKonto viðskiftafólk fyrra hálvár, og samanlagt eru 76.000 viðskiftafólk farin frá Danske Bank, síðani gølan í Estlandi kom fram í ljósið í fjør.
Danske Bank viðurkennir, at nøgdsemi við bankan hevur verið undir trýsti eftir málið um hvíttingina í Estlandi, men nú rýma færri kundar frá bankanum, enn tað hava gjørt.

Danske Bank mist nógvar kundar

