Danski framleiðarabólkurin Cutfather & Jonas Jeberg fáa heiðurin at hava framleitt fyrsta sangin á fløguni ?X? hjá Kylie Minouge.
Amerikanarar fáa ikki gleði av fløguni hjá Kyle enn, tí hon kemur ikki út fyrr enn 1. apríl.
Men á fløguni eru helir tríggir sangir, ið danskarar hava sett síni merki á.
Danski framleiðarabólkurin Cutfather & Jonas Jeberg hava nevniliga verið við til at gjørt sangirnir ?All I See?, ?Like A Drug? og ?Rippin´Up The Disco?.
Í amerikonsku útgávuni av fløguni er lagið ?All I See? valt at vera fyrsta lagið á fløguni.
Við í sanginum er amerikanski rapparin Mims, og lagið verður lýst sum ein dansiglaður poppsangur við feitum hip-hop rútmum.
Lagið verður spátt at gerast eitt stórt hitt í USA og gevur harvið donsku framleiðarunum eitt stórt herðaklapp.










