Danskar ferðaskrivstovur brúka lívshættislig flogfør

Fleiri flogfeløg, sum danska ferðaskrivstovur brúka, standa á svartalista hjá ES

Í síðstu viku almannakunngjærdu ES-myndugleikarnir ein lista við nøvnunum á teimum flogfeløgum, sum sambært myndugleikunum eru so vandamikil, at tey hava fingið forboð fyri at flúgva í evropeiskum loftrúmi. Hetta er ikki tann fyrsti listin av hesum slagnum, men tað sermerkta við honum var, at hesaferð vóru øll flogfeløgini í Indonesia komin á listan. Meginorsøkin er, at trygdin í flogførunum er ikki nóg góð.

 

Men danskar ferðaskrivstovur geva sær eftir øllum at døma ikki far um, hvat ES-myndugleikarnir siga. Eitt nú veit Erhvervsbladet at siga, at tann stóra ferðaskrivstovan My Travel brúkar indonesiska flogfelagið Garuda Indonesia til at flyta síni ferðafólk ímillum høvuðsstaðin Jakarta og frítíðarstaðið Yogyakarta .

 

Garuda Indonesia stendur á svartalista hjá ES, og talsmaðurin hjá My Travel, Torben Andersen, viðgongur fyri Erhvervsbladet, at tey eiga ikki at brúka flogfør hjá indonesiskum flogfeløgum, og at tað samstarvið steðgar alt fyri eitt.

 

Ein onnur donsk ferðaskrivstova, InterTravel, hevur eisini brúkt eitt indonesiskt flogfelag, men hevur gjørt av at gevast við tí, nú tað felagið eisini er komið á svartalista hjá ES.

 

Flestu norðurlendsku ferðafólkini, sum fara til Indonesia, fara til Bali, og hagar flúgva næstan øll við viðurkendum teilendskum, japonskum ella avstralskum flogfeløgum, skrivar Erhvervsbladet.