Umleið 20 prosent av teimum fyritøkunum, sum ætla sær av landinum at gera íløgur, siga, at tær gera tað, tí har fáa tær betri atgongd til arbeiðsmegi við tí neyðuga førleikanum.
Tað er vísir ein spurnarkanning, sum Dansk Industri hevur skipað fyri, og sum 368 fyritøkur hava verið við í. Kent Damsgaard hjá ídnaðarfelagnum sigur við Jyllands-Postin, at hendan gongdin er vorðin ein trupulleiki fyri tað danska samfelagið.
– Hetta fer at hava við sær, at teir donsku løntakararnir, sum eru dýrir, standa við ótíðarhóskandi framleiðslutólum, sum geva minni og minni, sigur hann.
Jan Rose Skaksen, sum er professari á Handilsháskúlanum í Keypmannahavn, stúrir eisini fyri gongdini.
– Verður endin tann, at dýr donsk arbeiðsmegi stendur við gomlum maskinum, fer tað at gera trupulleikarnar við vørumenning enn størri, sigur hann við Jyllands-Postin.