Danska várið setti nýtt sólmet

Teir tríggir vármánaðirnir, mars, apríl og mai, høvdu allir meira sól í ár, enn vanligt er, og tá danska veðurstovan, Dansk Meteorologisk Institut, gjørdi tølini upp tann 1. juni, vísti tað seg, at sólin hevði skinið í samfullar 661 tímar hesar tríggjar mánaðirnar.

Hetta er nýtt met fyri talið av sólskinstímum um várið. Gamla metið bleiv sett í 1974, tá sólin skein í 655 tímar.

661 tímar við sólskini svarar annars til, at sólin hevur skinið í miðal 7 tímar og 11 minuttir hvønn dag.

Hóast sólin er longri á himli í mai, enn hon er hinar báðar vármánaðirnar, so gjørdist apríl mánaðurin við flestu sólskinstímunum. Við 257 sólskinstímum gjørdist hesin apríl mánaðurin næst mest sólríki apríl mánaður, síðani danir byrjaðu at gera mátingar í 1920.