Danska tilbúgvingin virkaði als ikki

Donsku myndugleikarnir vóru alt ov seinir at hjálpa sínum borgarum eftir flóðalduna í Suðurasia, og samskiftið var alt ov vánaligt.

Hvørki telefon- ella internetkervið hjá uttanríkisráðnum í Keypmannahavn kundi nøkta tørvin, tá fólk vildu hava at vita, hvat var hent teimum nógvu donsku borgarunum, sum vóru staddir í Teilandi og aðrastaðni, tá flóðaldan skolaði inn yvir land har annan jóladag í fjør. Myndugleikarnir vóru eisini alt ov seinir at hjálpa, og samskiftið ímillum myndugleikarnar, ferðaskrivstovurnar og almenningin var alt ov vánaligt. Stutt sagt virkaði tilbúgvingin ikki.

Tað stendur í einari frágreiðing, sum uttanríkisráðið hevur gjørt um tað, sum hendi eftir vanlukkuna. Niðurstøðan er, at fleiri broytingar mugu gerast. Uttanríkisráðið skal hava eitt lið, sum kann sendast til vanlukkustaðið beinanvegin, kunningin ímillum løgregluna og uttanríkisráðið skal betrast, og samskiftið við frðaskrivstovurnar má eisini broytast.

Harafturat skal uttanríkisráðið stovna eina heimasíðu, har myndugleikarnir skulu kunna almenningin um gongdina.

Flóðaldan í Suðurasia kostaði meiri enn 225.000 mannalív. 42 danir eru higartil skrásettir deyðir, og fýra eru ikki komnir afturíaftur.