Danska stjórnin vil leingja og víðka herskylduna

- Øktu útreiðslurnar til herbúgving eru fyri at umgangast kríggj, sigur danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen.

Danski forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, verjumálaráðharrin, Troels Lund Poulsen og uttanríkisráðharrin, Lars Løkke Rasmussen, halda tíðindafund í samband við eina ætlan at styrkja donsku verjuna.

 

Stjórnin ætlar, at herskyldan í Danmark skal leingjast, eins og talið av teimum, sum tæna herskyldu, skal veksast. Verjumálaráðharrin sigur, at herskyldan verður longd upp í 11 mánaðir.

 

Troels Lund Poulsen sigur, at øll ung uttan mun til kyn skulu tæna herskyldu. Higartil hava kvinnur teknað seg sjálvbodnar til tað, sum verður rópt "førstegangstjeneste", men hava ikki havt herskyldu eins og ungir menn.

 

Forsætisráðharrin, Mette Frederiksen, sigur, at herbúgvingin merkir, at Danmark fer at brúka 2,4 prosent av sínari bruttotjóðarúrtøku til verjuna frá í ár at rokna.

 

Seinastu tey árini hevur Danmark stuðlað einari røð av hjálparpakkum til Ukraina, eins og útreiðslurnar til egna verju eisini eru øktar.

 

- Men, hetta er bara ikki nóg mikið, sigur danski forsætisráðharrin, sum leggur aftrat, at øktu útreiðslurnar til herbúgving eru fyri at umgangast kríggj, sum hon tekur til.