Danska stjórnin vil ikki hjálpa føroyskum kvinnum við fosturtøku

– Atgongdin til fosturtøku er ein spurningur, sum er upp til føroyskar myndugleikar, sigur Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri, ið umsitur fosturtøkuøkið í Danmark

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark (Mynd: Philip Davali/Ritzau Scanpix)

Føroyskar kvinnur skulu ikki rokna við, at danska stjórnin fer at hjálpa teimum við at fáa fosturtøku. Tað er greitt, nú danski heilsumálaráðharrin hevur svarað Pernille Skipper úr Eindarlistanum, sum hevur spurt hann, hvat tað hevði kostað at strikað kravið um CPR-nummar og bústað, soleiðis at kvinnur í Føroyum kunnu fáa fosturtøku í Danmark uttan kostnað.

 

– Atgongdin til fosturtøku er ein spurningur, sum er upp til føroyskar myndugleikar, sigur Magnus Heunicke í svarinum.

 

– Stjórnin leggur dent á eitt javnsett og virðiligt samstarv við føroyskar myndugleikar, har stjórnin sjálvsagt virðir føroyska sjálvsavgerðarrættin. Tað er eisini galdandi fyri spurningin um abort.

 

Hetta sigur heilsumálaráðharrin Magnus Heunicke, sum annars hevur ta greiðu fatan, at kvinnur hava rætt til fosturtøku, hóast hann ikki vil blanda seg uppí føroysk viðurskifti.

 

– Rætturin hjá kvinnum at ráða yvir egnum kroppi, avgera um og nær tær vilja hava børn, er eftir mínum tykki heilt avgerandi. Mín meining er galdandi fyri allar kvinnur, uttan mun til hvar tær búgva, sigur hann.

 

Av tí at føroyskar kvinnur treyðugt kunnu fáa sær fosturtøku í Føroyum orsakað av strongu lóggávuni frá 1956, so hava summar kvinnur tikið av møguleikanum at farið til Danmarkar at fáa gera tað. Men hetta er ein dýrur umgangur, sum kann kosta nakrar túsund krónur, tí tað krevur danskt CPR-nummar og bústað at fáa fosturtøku í danska heilsuverkinum uttan nógvan eyka kostnað. Av tí sama hevur felagsskapurin Frítt Val skotið upp at strika hetta kravið, og í løtuni er eitt borgarauppskot um sama eisini í gongd

 

– Kostnaðurin fyri eina fosturtøku kann variera alt eftir, um talan er um eina medisinska fosturtøku ella kirurgiska fosturtøku. Har er eingin ítøkiligur prísur fyri fosturtøkur í Danmark. Men við einari stórari óvissu verður mett, at kostnaðurin pr. fosturtøku í miðal er 10.000 krónur, umframt viðtalu áðrenn og aftaná á tilsamans 3.300 krónur, sigur Magnus Heunicke í svarinum, og hann sigur eisini, at tað ikki er gjørligt at meta um kostnaðin og talið av føroyskum kvinnum, sum ferðast til Danmarkar at fáa fosturtøku, eins og spurningurin leggur upp til.

 

LES EISINI: Sólvit skal ganga á odda fyri at fáa fría fosturtøku í Føroyum

 

Magnus Heunicke, heilsumálaráðharri í Danmark (Mynd: Philip Davali/Ritzau Scanpix)