Atkvøðukreppan heldur fram hjá »løgnu« miðstjórnini í Danmark.
Stuðulin til SVM-stjórnina er nú komin upp á sítt lægsta stig nakrantíð.
Tað vísir ein veljarakanning, sum Voxmeter hevur gjørt fyri Ritzau.
Har stjórnarflokkarnir til at fáa 31,8 prosent av atkvøðunum, um val var í morgin.
Viðmerkjast skal, at ein hagtalslig óvissa er 2,9 prosent fyri mátingina av stjórnarstuðlinum.
Veljarakanningin mánadagin er eitt munandi fall í mun til valúrslitið 1. november 2022, har teir tríggir flokkarnir tilsamans fingu 50,1 prosent av atkvøðunum.
Síðani valið eru veljarar streymaðir frá stjórnarflokkunum í stóran mun.
##med2##
Veljarakanning hjá Voxmeter, sum er kunngjørd í dag
Í november 2024 kom stjórnin niður á sítt lægsta støði tá, og Voxmeter mátaði stuðulin hjá stjórnini við 32,4 prosentum.
Stjórnin, sum er mannað við Javnaðarflokkinum, Vinstra og Moderatunum, hevur viðurkent, at tey stríðast við veljararnar.
Allir tríggir flokkarnir eru eisini hvør sær falnir í veljarakanningunum, síðani teir komu í stjórnina.
Ein greining frá stjórnartoppinum hevur verið, at flokkarnir ikki hava signalerað sínar sjálvstøðugu profilar nóg nógv.
Á sumri 2024 settu avtalaðu flokkarnir at loyva hvørjum flokki sær at profilera sínar egnu dagsskráir og eginleikar.
Mette Frederiksen, forsætisráðfrú, viðurkendi síðani, at stjórnin kundi metast at vera »løgin«.
Hóast økta sjálvprofilering hjá øllum trimum flokkunum, so minka atkvøðurnar.
Javnaðarflokkurin eru máldir við 19,1 prosentum, meðan teir fingu 27,5 prosent á valinum.
Vinstri fær 9,2 prosent av undirtøkuni. Á valinum fingu tey 13,3 prosent.
Moderatarnir eru niðast við 3,5 prosentum av atkvøðunum. Í november 2022 fingu tey 9,3 av atkvøðunum.
/Ritzau/