Danska stjórnin vil hava linari krøv til hægri útbúgving

Karakterir skulu ikki vera eins avgerandi, heldur Tommy Ahlers

Danska stjórnin vil broyta og strika nøkur krøv til hægri lærustovnarnar í Danmark. Líka nógvur dentur skal ikki longur verða lagdur á miðalkarakterir fyri at sleppa inn til útbúgvingar. 

 

Mátar at broyta hetta uppá eru m.a. at strika 1,08-karakterbonusið og brúka fleiri persónligar samrøður sum liður í upptøkuni. Tað heldur útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri, Tommy Ahlers.

 

- Vit skulu skrúva niður fyri kappingini um karakterir og perfektiónsmentanini. Vit vita jú væl, at mann væl kann blíva ein góður lækni, sjálvt um mann ikki hevur 10,7 í miðal frá studentaskúlanum, sigur Tommy Ahlers. 

 

Ætlanin hjá donsku stjórnini leggur upp til, at lesandi skulu fáa betri møguleikar at royna seg á nýggjum økjum á kandidatútbúgvingini. Eisini skal tað verða gjørligt at taka eina kandidatútbúgving upp til trý ár eftir, mann hevur roynt seg á arbeiðsmarknaðinum eftir lidna bachelorútbúgving. Mann skal eisini kunna taka eina 1-ára langa masterútbúgving eftir sína bachelorútbúgving í staðin fyri siðbundnu 2-ára longu kandidatútbúgvingarnar. 

 

Tommy Ahlers, útbúgvingar- og granskingarmálaráðharri, meinar, at hendan skipanin riggar betur til arbeiðsmarknaðin í dag.

 

Her ber til at lesa alla ætlanina.