Danska stjórnin hevur í dag tikið avgerð um at flyta summar av útsendu donsku hermonnunum í Irak úr landinum til Kuwait.
Tað boðaði Mette Frederiksen, forsætisráðharri, frá í dag.
Í Irak eru 133 danskir hermenn, og millum 30 og 40 hermenn skulu vera eftir á herstøðini í Baghdad, har teir hjálpa til í arbeiðinum at venja irakiskar hermenn. Sostatt eru tað um 100 danskir hermenn, ið verða fluttir.
Mette Frederiksen greiddi á tíðindafundi frá, at danska stjórnin heldur framvegis, at arbeiðið, sum tey sameindu gera fyri at beina fyri ISIS, er av stórum týdningi, og forsætisráðharrin gjørdi greitt, at talan var bert um eina fyribils flyting av hermonnunum.
– Tað er ein partur av okkara útsendu, sum kortini ikki kunnu loysa teirra uppgávur. So skjótt, sum teir kunnu taka virki teirra uppaftur, fara teir aftur á herstøðina, segði Mette Frederiksen.
Boðini koma eftir, at Iran í nátt framdi rakettálop á irakiskar herstøðir í Irak, millum annað Ain-al-Asad støðina, har danskir hermenn eru.