Ein nýggj meiningakanning vísir, at var fólkatingsval nú, høvdu stjórnin og Danski Fólkaflokkurin mist meirilutan Kanningin, sum Gallup hevur gjørt fyri Berlingske Tidende, gevur stjórnini og Danska Fólkaflokkinum 87 tinglimir, meðan núverandi andstøðuflokkar høvdu fingið 88.
Teir fýra føroysku og grønlendsku fólkatingslimirnir høvdu sostatt verið tungan á vágskálini í Fólkatinginum.