Danski Tjóðbankin hevur í dag lækkað rentuna 0,15 prosentstig, og tað ber í sær, at rentan nú er heilt niðri á 0,45 prosent.
Hetta er aðru ferð innan fyri eina viku, at Tjóðbankin lækkar rentuna, og sum skilst høvdu donsku eygleiðararnir ikki væntað eina lækking afturat longu nú. Teir høvdu væntað, at Tjóðbankin fór at bíða eftir, at Evropeiski Miðbankin væntandi fer at lækka sína entu í næstu viku.
-Vit vænta, at Tjóðbankin fer at lækka rentuna aftur í næstu viku, tá ECB kemur við sínum lækkingum, sigur Jan Størup Nielsen, sum er greinari hjá Nordea-bankanum.