Danska ríkisveitingin til Føroya er bara ein lítil bagatell í føroyska búskapinum.
Tað var boðskapurin hjá Høgna Hoydal, formanni í Tjóðveldi, á flokstinginum hjá flokkinum í morgun.
- Vit hava rikið skeivan fiskivinnupolitikk og vinnupolitikk í mong ár. Vit reka skeivan búskaparpolitikk. Og vit reka skeivan sosialpolitikk, útbúgvingar- og mentanarpolitikk og á so mongum økjum
Men Høgni Hoydal sigur, at hóast tað hava vit ein búskap og eitt ríkt samfelag, har vit við skilvísum politikki væl kunnu venda gongdini.
Hann sigur, at seinastu 14 árini er bruttotjóðarúrtøkan næstan tvífaldað, hóast alivinnan fór øll á heysin í 2003, hóast botnfiskastovnarnir eru komnir niður á søguligt lágmark og hóast Eik Banki og Fiskavirking fóru á heysin.
- Vit hava mist 700 milliónir um árið, bara í avreiðingarvirði í fiskiskapinum á heimaleiðum av toski, hýsu og upsa síðani 2002.
Høgni Hoydal sigur, at í dag er støðan tann, at blokkstuðulin er bara 5% av tí, sum vit sjálv skapa.
Hann leggur afturat, at brúka vit bara helvtina av tí búskaparvøkstri, vit hava havt í miðal síðani 1962, hóast kreppur og afturstig, til at gera okkum óheft, so tekur tað 6-8 ár at gera okkum óheft av blokkinum.
Men Høgni Hoydal sigur, at politikkurin, hendan samgongan hevur stungið út í kortið, er akkurát sama sleggja, sum hevur elvt til so stóra kreppu allastaðni.
Hann sipar til tað, hann kallar neo-liberalistiska politikkin hjá samgonguni, har nøkur fá skulu hava framíhjárætt til náttúrutilfeingi og eftirlitið verður skert við at niðurleggja landsbankan o.s.fr.
Tí mælir hann samgonguni staðiliga til at leggja frá sær, tí hon er ikki partur í loysnini, men í trupulleikanum