Noah spældi á Ólavsøkukonsertini í fjør, stutt eftir at hava givið út sína fyrstu heilu útgávu. Nú eru teir aftur í Føroyum.
Bólkurin er sera væl dámdur í heimlandinum og vera nógv spældir í donskum útvarpi, løg sum "Over byen", "Alt er forbi" og "Det' okay” eru vorðin stór hitt.
Sjálvnevnda útgávan, Noah, var longu fyrstu vikuna nummar tvey á almenna danska sølulistanum, og hevur selt væl. Í kvøld vitja teir so aftur í Føroyum har REX er á skránni.