Áhugin fyri føroyskum spælarum tykist vera alsamt vaksandi. Eftir avrikini hjá yngru landsliðnum í summar, hava fleiri útlendsk feløg sýnt áhuga fyri fleiri av yngru føroysku landsliðsspælarunum.
Eitt úrslit av hesum er, at tríggir føroyskir spælarar í morgin fara til Randers, har teir fram til fríggjadagin skulu venja við felagnum, eins og teir fáa høvi at hyggja at umstøðunum hjá felagnum.
Jákup í Stórustovu, umboðsmaður, váttar, at talan er um Karl Løkin og Øssur Dalbúð úr NSÍ, sum saman við Oddmar Færø úr B36 fara at venja við felagnum, sum í løtuni liggur á odda í donsku superliguni.
Tað hevur ljóðað, at Bogi Løkin eisini skuldi við á ferðini, men hetta sigur Jákup í Stórustovu seg onga viðmerking hava til.










