Danska mótstøðurørslan størri enn hildið

Danskir søgufrøðingar hava leingi verið ósamdir um, hvussu stór tann danska mótstøðurørslan ímóti týska hersetingarvaldinum undir seinna heimsbardaga veruliga var. Tøl sum 2.000 ella 4.000 virkin mótstøðufólk hava verið frammi, men nú sigur ein nýggj kanning, at talið var nógv størri. Tað skrivar blaðið Weekendavisen.

Tað er Frihedsmuseet, sum hevur staðið kanningini. Leiðarin, Esben Kjeldbæk, sigur við blaðið, at tey hava skrásett umleið 85.000 einstaklingar í telduskránni, og at hetta talið er næstan tvær ferðir størri enn tey størstu tølini, sum hava verið frammi fyrr.

Undir seinna heimsbardaga búðu umleið fýra milliónir fólk í Danmark, og Esben Kjeldbæk sannar, at 85.000 er ein lítil partur av fólkatalinum.

-Tað eru fleiri viðurkendir søgufrøðingar, sum hava sagt, at tað vóru umleið 2.000 mótstøðufólk í Danmark undir seinna heimsbardaga, men nú kunnu vit siga, at tað talið er ikki rætt, sigur Esben Kjelbæk við Weekendavisen.