FLOGBÓLTUR
Eingin ivi er um, at okkara flogbóltskvinnur kunnu vænta sær góða mótstøðu um vikuskiftið, tá danska kvinnulandsliðið vitjar. Avtala er fingin í lag um tveir dystir, sum verða í morgin klokkan 15 í Trongisvági og sunnudagin klokkan 14.15 á Giljanesi.
Hóast Danmark ikki telist millum tey allarbestu ella sterkastu liðini, sum eru, er liðið altíð eitt vet hægri í styrki enn tað føroyska, so tí kann roknast við góðari mótstøðu, ið Føroyar vónandi kunnu brúka til nakað í fyrireikingunum til Oyggjaleikirnar á Álandi, sum byrja um tvær vikur.
Hetta kappingarárið hava donsku flogbóltskvinnurnar verið til tvær kappingar í januar og á einari venjingarferð í mai. Fyrst vóru tær við í Novotel Cup í Luxembourg, har tær taptu fyri Eysturríki og Azerbaijan, men vunnu 3-2 á vertunum. Síðani taptu tær allar tríggjar dystirnar í HM-undankapping í Estlandi, sum vóru ímóti Estlandi, Georgia og Moldova, og í mai mánaði taptu donsku kvinnurnar eisini tríggjar venjingardystir ímóti Bretlandi, sum vóru spældir í Sheffield.
Munur á og ikki
Danska og svenska kvinnulandsliðið høvdu fyrst í hesum mánaðinum eina felags venjingarlegu í Brøndby í Danmark. Liðini vandu saman og spældu tveir venjingardystir og ein altjóða skrásettan landsdyst.
Venjingardystirnir vórðu spældir í Idrættens Hus í Brøndby, har Danmark vann 3-1 í tí fyrra og tapti 0-3 í tí seinna. Í fyrra dystinum vóru settúrslitini 8-25, 25-18, 25-18, 25-20 og í tí seinna 17-25, 21-25, 9-25.
Tá so »veruligi« landsdysturin var spældur í Kildeskovhøllini í Gentofte, endaði Svøríki omaná við einum 3-1 sigri. Danmark vann fyrsta sett 25-21, men tapti trý tey næstu 20-25, 20-25 og 19-25.
Her skal so eisini nevnast, at svenski kvinnuflogbólturin verður hildin at liggja eitt vet hægri enn tann danski, hóast munurin ikki er so stórur.
Leitandi lið
Niðurstøðan hjá donsku venjarunum, Tony Westman og Jens Bang, var eftir teir tríggjar dystirnar, at liðið hevði spælt væl, bæði í álopi og verju, men leitar eftir støðufesti, tí liðið megnar ikki at halda seg á jøvnum stigi ein heilan dyst.
Á liðnum eru fleiri spælarar, sum vístu seg at roynast væl, og lítið man heldur vera at ivast í, at føroysku venjararnir, Kristian Mikkelsen og Jóhan Petur á Stongum, munnu vita, hvørjum teir serliga skulu hava eitt vakið eyga við.
Mie Lindgren, sum ímóti Føroyum aftur verður á kantinum, har hon plagar at spæla, avloysti ímóti Svøríki sum libero, har hon royndist væl. Og somuleiðis staðfesti Karen Helmer-Hansen, at hon er besti danski álopsspælarin og tí eisini tann, liðið fyri stóran part byggir sítt spæl rundanum. Eisini verður nevnd Lykke Degner, sum í eina tíð hevur verið burtur frá landsliðnum, men serliga vísti seg at vera ein styrkur í blokkinum.