Danska koppingarætlanin seinkað

Veitarar megna ikki at halda tíðarætlanina

Danska koppingarætlanin fyri Covid-19 verður seinkað eini tríggjar vikur. Tað verður sagt í einum telduposti frá danska Heilsustýrinum til framsøgufólk í Fólkatinginum, og sum DR hevur fingið hendur á.

Upprunaliga segði danska koppingarætlanin, at allir borgarar eldri enn 16 ár skuldi vera liðugt koppsettir 27. juni í ár. Men nú verður sagt, at tað verður ikki fyrr enn 18. juli.

Høvuðsorsøk til seinkingina er, at fleiri av veitingunum av skamtum eru seinkaðar. Næstu tvey koppingarevnini, sum væntandi verða góðkend – tey eru Johnson & Johnson og Curevac – kunnu ikki veita fleiri skamtar fyrr enn í ávikavist apríl og juni, og tískil verður danska koppingarætlanin seinkað, verður sagt.

Tað eru meir enn fýra mánaðir til 18. juli, og tí er dagfestingin ein meting. Nógv kann henda, og tað eru ávísar óvissur, verður sagt úr Heilsustýrinum.

Hinvegin er ein broyting eisini gjørd í tilmælinum um koppingarevnið AstraZeneca, sum nú eisini kann brúkast til fólk eldri enn 65 ár, og har tað fyrr ikki skuldu ganga meir enn fýra vikur millum fyrra og annað prik við hesum koppingarevninum, kunnu nú ganga 12 vikur millum prikini. Tað fer at gera, at fleiri kunnu fáa fyrra prikið skjótari.

Almennu tølini í dag siga, at 512.731 danir, ella 8,78%, hava fingið fyrra prikið. Og 195.193, ella 3,34%, hava fingið bæði fyrra og seinna prikið og eru sostatt liðugt koppsett.

Til samanberingar hava 4.251 fólk, ella 8%, í Føroyum fingið fyrra prikið, og 3.312 føroyingar eru liðugt koppsettir. Tað svarar til 6,3%.