Í blaðnum í dag hevur Jákup Petersen eitt lesarabræv, har ið hann vísir á veikleikar við danska heilsuverkinum. Jákup byggir útsøgnirnar á eina frágreiðing frá "Health Consumer Powerhouse" (HCP), sum varð stovnað --- fyri at brúkararnir kunnu fáa óhefta kunning um støðið á teimum ymsu heilsuverkunum.
Á heimasíðuni hjá HCP stendur, at endamálið hjá felagsskapinum er at greina úrslit hjá heilsuskipanum og samanbera tey við onnur. Teir vilja arbeiða fyri at sjúklingurin skal gerast ein sterkur brúkari heldur enn ein veikur sjúklingur. Ein hvør eigur at hava rætt til at velja millum ymisk viðgerðartilboð tvørtur um landamørk. HCP vil upplýsa og kunna, so at brúkarin veit, hvat hann fær.
Sum altjóðagerðin ger seg meira og meira galdandi, verða gomul mørk og sambond brotin niður. Nógvir møguleikar opnast fyri tí einstaka, og tann landafrøðiliga og fíggjarliga forðingin verður einans minni og minni.
Jákup Petersen reisir í lesarabrævinum spurningin, um vit ikki áttu at hugt at øðrum londum enn Danmark, tá ið vit senda fólk til viðgerðar uttanlands.
Kanningin hjá HCP setir Danmark á eitt 10. pláss millum 25 ES-lond. Danmark er sostatt niðast av norðanlondunum í kanningini. Heilsuverkini fáa met á fimm ymiskum økjum, og tað er serliga tá ið tað kemur til úrslit av viðgerðum, at Danmark klárar seg illa. Har fáa teir botnmet, og kunnu javnmeta seg við londini frá gamla Sovjetsamveldinum. Eisini í effektiviteti og rationellari stýring fær danska heilsuverkið vánaligt met.
Heilsuverkið í Danmark hevur verið hart kritiserað í seinastuni, og spurningurin er, í hvønn mun føroyingar merkja tað.
"Tað sær út til, at politikarar hava lyndi til at stara seg blindar á heilsuverkið í Danmark", sigur Jákup Petersen í lesarabrævinum. Til endans reisir hann spurningin, um tímin er komin at hyggja aðrastaðni at senda sjúklingarnar.