Danska Heilsuverkið søguliga millum tey bestu

Marjus Dam er ikki samdur við atfinningunum hjá Jákupi Petersen, yvirlækna, at danska heilsuverkinum. - Samstarvið við danska heilsuverkið er orsøkin til, at vit hava nakað heilsuverk í dag. Sjúkrahúsleiðslan hevur møguleika at gera avtalur við onnur sjúkrahús, um viljin er til tess, sigur Marjus Dam

Sosialurin hevur ringt til Marjus Dam, løgtingslim og lækna, og spurt hann um hansara meining í samband við kanningina hjá Health Consumer Powerhouse, har ið Danmark liggur á einum sera eyðmjúkum 10. plássi.
- Nú havi eg ikki lisið frágreiðingina, og tí kann eg ikki ordiliga úttala meg beinleiðis um hana, men endamálið hjá løgtinginum er at játta nóg mikið av penningini, og at peningurin verður nýttur optimalt.
- Tað eru allatíðina nýggir viðgerðahættir, og tað er týdningarmikið, at vit hyggja eftir, so at vit fáa mest burturúr hvørjari krónu, sigur Marjus Dam.

Marjus heldur ikki, at tað er neyðugt at hyggja aðrastaðni enn til Danmarkar at senda okkara sjúklingar. Heldur skulu vit arbeiða fyri, at danska heilsuverkið mennir seg.
- Føroyar eru søguliga tætt knýtt til Danmark, og tað ger seg eisini galdandi innan heulsverkið. Tað er eisini neyðugt, at vit knýta okkum at einum øðrum heilsuverkið, tí at tað verður sagt, at minst 300.00 brúkarar skulu til, at eitt heilsuverk kann virka við øllum viðgerðartilboðum.
- Eg eri eitt sindur varin at úttala meg um hetta málið, men eg trúgvi, at kanningin fer at geva danskarum høvi at kanna heilsuverkið og at betra tað.
Marjus er ikki samdur í, at danska heilsuverkið er vánaligt.
- Danska heilsuverkið hevur traditionelt verið millum tey frægastu í heiminum. Vit hava góðar royndir við danska heilsuverkinum, og eg duga ikki at síggja nakra orsøk at slíta við tað, sigur Marjus Dam, sum heldur, at ríkisrættarliga støðan er til fyrimun fyri føroyska heilsuverkið.

Jákup Petersen, yvirlækni, sigur í lesarabrævi í dag, at politikararnir hava lyndi til at stara seg blindar á danska heilsuverkið, og at teir eiga at hyggja at øðrum møguleikum.
- Har haldi eg, at Jákup Petersen ger ein feil. Um sjúkrahúsverkið og læknarnir ynskja at gera avtalur við onnur sjúkrahús, so hava teir møguleika til tað. Løgtingið játtar pengar til heilsuverkið, og tað er sjúkrahúsleiðslan, sum umsitir pengarnar. Ti hava teir allar møguleikar at gera avtalur aðrastaðni, sigur Marjus Dam at enda.