Danska Superliga-deildin fór í dag undir nýtt kappingarár við dysti millum silvurvinnararnar frá seinasta kappingarári, OB, og steypavinnararnar FC Nordsjælland. Úrslitið gjørdist 2-0 til Odense-liðið, og fyrrverandi Esbjerg-spælarin Hans Hendik Andreasen skjeyt bæði málini.
Í morgin verða fýra dystir. Teir eru AC Horsens ímóti uppflytarunum HB Køge, Brøndby ímóti Aab, FC Midtjylland ímóti Silkeborg og Sønderjyske ímóti meistarunum FC København. Tann seinasti dysturin í fyrsta umfari verður mánakvøldið millum uppflytararnar AGF og Lyngby.